Títt RAVN hevur eitt 2 ára garanti, sum fevnir um øll brek, ið hava við framleiðslu at gera, og eru íkomin vegna vánaligt tilfar ella arbeiði, sum er illa úr hondum greitt.
Garantiið umfatar urkassa, urverk, skivu og vísarar.
Garantiið umfatar ikki:
• Battarí, urglas, krúnu, reimir, krystallir og annað prýði.
• Skaðar (harímillum vatnskaðar) og vanligt slit.

Heldur tú, at okkurt er galið við vøruni, ella at hon ikki virkar sum hon skal, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á
sales@ravnwatches.com

 
Eisini kann vøran sendast til okkum:
Ravn Watches
Postboks 1028
110 Tórshavn