SØGAN
Søga og snið møtast í RAVN, so at TÍÐIN fær týdning.

 

Tað var stórur spenningur í luftini tann 1. desembur 2016 í handlinum Nomi Smykkur & Ur. Hetta var dagurin, tá ið fyrsta føroyska urmerkið kom á marknaðin, og boði var til alment tiltak. Fløskurnar vóru latnar upp, maturin tilgjørdur, og urini lógu á rað. Røður vóru hildnar av millum annað Landsstýrismanninum Poul Michelsen, og nógv fólk høvdu leita sær niðan í SMS hetta stillisliga hóskvøld. Ravn Watches var ein veruleiki.

RAVN er fyrsta urmerkið úr Føroyum – ein tíðarleysur og óspiltur oyggjabólkur gjøgnumsúrgaður í søgu – goymdur mitt í ovurstóra Atlantarhavinum millum Norra og Ísland – eisini nevndur “the last paradise on earth”.
Ravn urini eru sniðgivin av Niels Lassen Arge, ið eigur og rekur felagið RAVN Watches.

 

Niels er útbúgvin optikari í 1991 og hevur arbeitt bæði í Føroyum og í Keypmannahavn. Í 2008 læt hann saman við konu síni Nomi egnan handil upp í Miðlon. Í dag eiga og reka tey handlarnar Nomi Smykkur & Ur í SMS og í Miðlon og Profil Optik.

 

Niels og Nomi, ið hevur drúvar royndir innan smykkur og ur, eru bæði partar av tilgongdini, tá ið urini verða sniðgivin. At fara undir eitt urævintýr var ein gamal dreymur, sum tey høvdu havt í fleiri ár, og í 2015 valdu tey endaliga at fylgja dreyminum.

Hvørt ur í RAVN røðini rúmar eina serstaka frásøgu úr Føroyum.

 

Í Føroyum hava kirkjur ein serligan týdning fyri fólk. Tí varð frá byrjan hugsað um kirkjur sum møguligur íblástur til sniðini. Teknað vórðu nógvar prototypur av ymiskum kirkjum í Føroyum, men tað sum stóð eftir var Havnar Kirkja og Kirkjubømúrurin. Tað var serliga tað estetiska við Havnar Kirkju, ið hugtók og hvussu tað kundi brúkast í einum uri.

 

Havnar kirkja sum bygningur hevur altíð verið har síðan hon varð bygd í 1788, og hon hevur altíð sæð líka út. Stjørnuhimmalin hevur somuleiðis altíð verið har. Kirkjutárnið hevur verið eitt slag av eyðkenni fyri Havnina, tað stingur burturúr, og á nærum øllum myndum av Havnini stendur tornið hátt.

 

Kirkjubømúrurin er tann elsta kirkjan, og eitt stórsligið fornminni í Føroyum. Tí var tað upplagt at hava hann við í Ravn urunum. Tey serstøku vindeyguni í múrinum vórðu brúkt sum tøl í urunum.

 

Tað snýr seg um at fáa tær røttu dimensiónirnar, og nógv umhugsni fer í hvørt ur. Holla vitanin og royndirnar hjá Nomi innan smykku vinnuna, eru tá ein fyrimunur tá ið talan er um samanseting av m.a. litum og slag av reim. Góðskan hevur somuleiðis stóran týdning. Tí er valt at seta safir glas og sveisisk verk í urini.

Í Føroyum er eitt ríkt fuglalív, og tí síggja vit fuglanøvn nógvastaðni. Okkum dámdu ógvuliga væl navnið Ravn, tí tað klingaði væl bæði á føroyskum og á útlendskum. Tað sigst, at nakað serligt er við tí føroyska ravninum, í mun til ravnar aðrastaðni í heiminum. Vit hildu eisini, at tað hóskaði seg til okkara ur, at ravnurin dámar væl ting sum skína. Harafturat er ravnurin ein av teimum klókastu djórunum í heiminum.

 

Visjónin handan RAVN er, at TÍÐIN úr Føroyum skal spjaðast um allan heimin.

#TIMEFROMFAROEISLANDS, #RAVNWATCHES