Inngangur:

Á hesari heimasíðuni hjá Ravn Watches á føroyskum máli, eru veitingar bert ætlaðar til brúk í Førouym. Fyri veitingar uttanfyri Føroyar, verður víst til heimasíðuna á donskum ella enskum.

Prísir:

Allir prísir eru í føroyskum krónum (DKR) íroknað mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og útseldum vørum. Prísirnir á føroysku síðuni eru bert galdandi í Føroyum.

Bílegging:

Tú bíleggur við at skriva allar týðandi upplýsingar í bíleggingar útfyllingarteigarnar. Teigarnir fyri navn, bústaður, býur/bygd, teldupostur, telefon skulu útfyllast. Vit nýta bert tínar upplýsingar tl at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana. Eftir bíleggingarmóttøku er avgreiðslutíðin vanliga sami dagur ella næsti yrkadagur. Er vøran ikki á goymslu, verður hetta fráboða við telduposti.

Gjaldsháttur:

Tú kanst gjalda fyri vøruna við teimum mest vanligu gjaldskortunum. Tá goldið verður við gjaldskorti, skalt tú tøppa inn kortnummar, eftirlitstal og nær kortið fer úr gildi. Harvið loyvir tú Ravn Watches at taka upphæddina av tíni kontu. Tað kostar einki eyka, og upphæddin verður ikki tikin av kontu fyrr enn vøran er send av goymsluni.
Kort tú kanst gjalda við

Trygd:

Vit nýta trygdarprokolluna SSL, sum loyniligger upplýsingarnar millum internet browsara (kortinnihavara) og ein internet servara (handilin). Hetta merkir, at teir upplýsingar, ið verða sendir, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardir frá tíni teldu og til okkum.

Sending:

Eftir bíleggingarmóttøku verður vøran vanliga avgreidd sama dag ella næsta yrkadag. Vøran verður send við Posta við vanligum avgreiðslutíðum hjá Posta. Vøran verður send uttan flutningsgjald.

Returrættur:

Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, kanst tú lata vøruna inn aftur og fáa afturgoldið peningin fyri vøruna. Treytin fyri at lata vøruna inn aftur, og fáa afturgoldið fullan kostna fyri vøruna, er at vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt, og at tú kanst prógva, at vøran ikki er keypt fyri fleiri enn 14 døgum síðan.