ÍBLÁSTUR

Hvørt ur í RAVN røðini rúmar eina serstaka frásøgu úr Føroyum. Við íblástri úr føroyskari mentan og føroyskum siðaarvi.

Við eyga fyri minstu smálutunum og estetisku útsjóndini, fær sniðið á tínum RAVN íblástur frá kirkjuklokkuni í Havnar Kirkju, ein av elstu kirkjunum í Føroyum. Finst nøkur uppliving, sum nútíðar menniskja hevur, er tað tann reini og ódálkaði ljómur úr kirkjuklokkuni, sum minnir okkum á endaleysa og hugtakandi vakurleikan, Havnin ber.

 

Hvørja ferð hugt verður eftir tínum Ravn, kagar lagnunar løta fram, vísandi á alsama týðandi virðið av væl nýttari TÍÐ.

Við eyga fyri minstu smálutunum og estetisku útsjóndini, fær stjørnan á tínum uri íblástur frá føroysku bundnu troyggjuni. Stjørnan sigur frá einari siðvenju, sum fer aftur til eina tíð, tá ið mammur og kvinnur bundu serstakar mynstur troyggjur til menn og synir, áðrenn teir fóru til skips. Tá ið skipið nærkaðist bygdini eftir fiskiskap, kundu kvinnurnar fáa eyga á teirra kæru langt burtur, útfrá troyggjunum teir vóru í.

 

Hvørja ferð hugt verður eftir tínum RAVN, fortelur tað søgur um djúpan kærleika og sterk familju bond, sum fara út um tíðarinnar mørk.

Við eyga fyri minstu smálutunum og estetisku útsjóndini, fær sniðið á tínum RAVN íblástur frá vindeygunum á Kirkjubømúrinum, eitt av mætastu fornminnum í Føroyum.

 

Hvørja ferð hugt verður eftir tínum RAVN, vísa stolt søgulig vindeygu glottar av styrki og framgongd.

Við eyga fyri minstu smálutunum og estetisku útsjóndini, fær sniðið á tínum RAVN íblástur frá loftinum í Havnar Kirkju. Ein sjáldsom søgulig perla, sum stendur fyri vón og nærlagni. Loftið er prýtt við himmalsins stjørnum og samsvarandi mynstrum, sum kveikja endaleysa stremban.

 

Hvørja ferð hugt verður eftir tínum RAVN, fylgja stjørnunar og mynstrini tínum dreymum á mál.

Íblástur frá tí symmetriska stjørnuhimmalinum í Havnar Kirkju

Stjørnur og mynstur á urskivuni finnast aftur í loftinum í Havnar Kirkju.