Ravn urini eru sniðgivin av Niels Lassen Arge, ið eigur og rekur felagið RAVN Watches.
Niels er útbúgvin optikari í 1991 og hevur arbeitt bæði í Føroyum og í Keypmannahavn. Í 2008 læt hann saman við konu síni Nomi egnan handil upp í Miðlon. Í dag eiga og reka tey handlarnar Nomi Smykkur & Ur í SMS og í Miðlon og Profil Optik.
Tað snýr seg um at fáa tær røttu dimensiónirnar, og nógv umhugsni fer í hvørt ur. Góðskan hevur somuleiðis stóran týdning. Tí er valt at seta safir glas og sveisisk verk í urini.